Viðareiði: - Okkara hægsta ynski er at fáa eitt ordiliga fjós til hestarnar, siga tær tríggjar við ein munn - 15 ára gamla Lydia Hvannastein Sørensen, 13 ára gamla Hanna Mohr og 13 ára gamla Elsa Lydersen.
Ein slíkan illveðursdag sum mikudagin í farnu viku vóru hestarnir báðir uttandura. Lítil ivi man vera um, at var møguleikin til tað, høvdu teir uttan iva dámað betri at staðið trygt og turt í einum fjósi.
Sum støðan er í dag, finst einki slíkt á Viðareiði og sum beinleiðis er gjørt til hestar.
- Tá veðrið er ordiliga keðiligt, plaga vit at taka teir inn í eitt fjós longur uppi og sum vit plaga at læna, siga tær.
Sum skilst er bati í væntan, tí eitt størri fjós fer at verða bygt, har hestarnir helst eisini kunnu fáa eitt pláss.
Eigur hest
Tað eru rættiliga nógvar gentur sum hava stóran áhuga í hestum. Og hesar tríggjar eru einki undantak í so máta: Tær elska hestar, sum hesi trý dømini greitt vísa.
- Tá eg var barn, var ein maður her í bygdini sum hevði ein hest. Og eg var altíð hjá honum, greiðir Lydia Hvannastein Sørensen frá.
- Tað var einaferð ein kona her norðuri sum passaði tvey ross. Tað var meðan eg gekk í 2. ella 3. flokki, haldi eg. Og tá brúkti eg nógva tíð saman við rossunum og slapp ofta at ríða á teimum, sigur Hanna Mohr.
Tann triðja teirra, Elsa er í teirri hepnu støðu, at hon sjálv eigur annan hestin - Kira, ið er ættaður úr Vágum. Hin hesturin eigur Tekla.
- Ja, eg eigi tann eina hestin, sigur hon. - Eg havi havt hann í eitt ár.
- Eg var eisini við til Vágakappingina í fjør, og tá vann eg mítt “rytt”, sum Elsa tekur til.
FB-bólk
Tær tríggjar vinkonurnar - Elsa, Lydia og Hanna - eru hóast sín unga aldur ógvuliga hugaðar fyri at veita hestunum bestu umstøður.
Í løtuni er einki fjós til hestar á Viðareiði, men fyri at vísa á áhuga sín fyri hesum, stovnaðu tær í fjør ein bólk á Facebook til frama fyri hesum endamáli.
Enn er so lítið ítøkiligt hent í hesum máli. Men tær hava í øllum førum brúkt tað sosiala netverkið til at vísa á henda tørvin.
Kanska gerst tað veruleiki einaferð í framtíðini.