Sansir hevur fingið ein prís fyri filmin, fyritøkan hevur gjørt fyri Visit Faroe Islands. Tór Verland Johansen frá Sansum hevur verið í Kekkia um vikuskiftið og tikið ímóti prísinum.
Tá Rás2 í dag fekk orðið á Tór Verland, var hann sjálvandi errin um, at hann og Sansir við hesum hava vunnið eina virðisløn. Men hann heldur samstundis, at hetta er eitt herðaklapp til Føroyar sum ferðavinnumál, tí vit her vísa, at vit hava nakað serligt at bjóða.
Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Tór Verland segði við Rás2 í dag.