Tað eru Meginfelag áhugaleikara Føroya og Tjóðpallur Føroya, sum standa aftan fyri hesa útnevning, og grundgevingarnar fyri valið vóru hesar:
– Bárður Persson er stak góður og evnaríkur sjónleikari, sum hevur gjørt vart við seg á palli. Hann fær “Herðaklappið” fyri sín merkisverda leiklut sum Kjell Bjarni í leikinum “Elling og Kjell Bjarni” eftir Axek Hellstenius, sum hann í orðum og kropsmáli evnaði at flyta út til áskoðararnar. Søgan er um tann førleikaskerda unglingin, sum eftir at hava búð heima hjá mammu síni alla sína tíð, skuldi flyta í sambýli.
Bárður Persson lýsti á serstaka kenslubornan og sannførandi hátt, hvussu tað kendist at fara frá tí heimliga umhvørvinum, út í tað ókenda at búleikast.
Í hesum leiklutinum gjørdist hann ein fyrimynd, sum prógvaði, at hóast skerd evni eiga hesi fólk kortini førleikan at geva kærleika og umsorgan, sum á henda hátt eisini geva dirvi og sjálvsálit at vera øðrvísi.
Besta kenningin er viðurkenningin
Bárður Persson takkaði mangar ferðir fyri heiðurin. Hann vísti á týdningin av, at tað sum man ger verður viðurkent. Somuleiðis segði hann seg ikki ivast í, at herðaklappið fór at verða nógva ferðir afturlønt, og so treiv hann í orðini hjá vinmanni hansara Oddfríður Marner Rasmussen um, at besta kenningin er viðurkenningin.
Hetta er fimta ferðin, at “Herðaklappið” verður latið. Tey fýra undan Bárði Persson, sum hava fingið heiðurin, eru Lina Larsen, Adelborg Linklett, Hjørdis Johansen og Hans Tórgarð.