Enn einaferð eydnast tað honum at kalla kreppuna fyri ?kreppan undir heimastýrinum? og eisini skrivar hann um tann ?sjúka heimastýrisbúskapin?.
Hetta er ein ótrúliga snildislig orðing, tí við hesum hevur hann ikki beinleiðis sagt, at sjálv heimastýrisskipanin var orsøkin til at kreppan kom. Men lesarin skilir tað kortini soleiðis, og hetta er júst tað, sum landsstýrismaðurin vil hava lesaran at skilja.
Kavarasjúka
Høgni Hoydal dugir væl at nýta myndatalu, og hesaferð hevur hann valt ein kavara sum myndaevni. Eftir at føroyski búskapurin hevur verið ein túr niðri á botni, er hann nú sum ein kavari á heimleið á veg uppaftur gjøgnum sjógvin.
Men henda uppgongd má ikki ganga ov skjótt, tí tað er vandamikið at flyta úr havdýpinum og upp til vatnskorpuna við ov nógvari ferð. Kroppurin tolir ikki hetta skjótt minkandi trýstið, og tú kanst fáa kavarasjúkuna. Tí noyðist landsstýrið nú at traðka á bremsuna.
Men Høgni Hoydal gloymir at nevna, at henda ógvusliga uppgongdin, er eisini ein partur av tí sonevnda heimastýrisbúskapinum. Hann gloymir at siga, at tað er undir heimastýrinum, at tað sambært honum sjálvum nú gongur so væl, at tað er meira enn hvat eitt samfelag kann tola.
Kvetta luftslanguna
Ímeðan hesin kavarin fer upp ígjøgnum sjógvin við nógvari ferð, eru tað nøkur, sum fyri ein og hvønn prís vilja kvetta luftslanguna. ?Vit skulu ikki vera bundin at øðrum, og eingin skal geva okkum ?fremmanda luft??, siga tey. Tó vilja hesi hava ein lítlan ?luftlumma? (eina skiftistíð), sum tey kunnu liva av í eini 15 ár.
Hetta er júst tað sum skal til, fyri at venda uppgongd til niðurgongd. Tú fært eina flaggstong í New York, men sleppur annars at liva restina av lívinum á tí búskaparliga havbotninum.
Hvussu verður búskaparvøksturin roknaður ?
Vanligi føroyingurin kann ikki vita, hvussu landsstýrið roknar seg fram til øll tølini, sum í hesum døgum verða serveraði fyri føroya fólki, og sum skulu vísa, hvussu gongdin er í føroyska búskapinum. Tí er tað lætt hjá landsstýrinum at villleiða fólkið, við at vísa á tilvildarlig tøl.
Eg kann nevna sum dømi, at í faldaranum, sum landsstýrið hevur gjørt um fullveldisætlanina, verður sagt (á síðu 24), at búskaparvøksturin hevur seinastu fimm árini verið umleið 6 prosent í miðal.
Men í tíðindaskrivinum, sum landsstýrið sendi donsku fjølmiðlunum aftaná fyrra samráðingarfundin í Keypmannahavn stendur: ?Væksten i den færøske økonomi har de sidste 6 år været 9,8 % i gennemsnit?.
Tað vil siga, at miðal búskaparvøksturin 6 tey seinastu árini hevur sambært landsstýrinum verið 3,8 prosent hægri, enn hann hevur verið 5 tey seinastu árini. Um hetta passar, so høvdu Føroyar fyri 6 árum síðani ein búskaparvøkstur uppá ikki minni enn 41,5 prosent.
Hetta er so langt úti, at um vit venda aftur til myndina av kavaranum, so hevði hann ikki bara fingið kavarasjúkuna, men hann hevði lopið leysur úr sjónum.
Hetta ljóðar so gott, at ein freistast til at kalla tað við orðunum hjá Høgna Hoydal: ?Heimastýrisbúskapur?.
Helgi Abrahamsen