Eitt heim har eingin býr

Ingi Joensen lýsir eini hús, sum einaferð vóru eitt heim, men nú standa tóm.

Ingi Joensen lýsir eini hús, sum einaferð vóru eitt heim, men nú standa tóm.

Veggirnir standa enn og eisini innbúgvið. Tapetini hanga á veggjunum, men tað er ikki longur eitt heim. Heimið bæði finst og finst ikki.

 

Við eini røð av myndum, lýsir Ingi Joensen munin. Framsýningin er tvíbýtt og hvør mynd hevur sín tvíbura. Onnur myndin er frá tíðini, tá lív var í húsunum, hin myndin, tikin nú húsini standa tóm, ber bara minnir við sær.

 

Framsýninin Í Kerinum 40 opnar í Norðurlandahúsinum hósdagin.