Eitt heim er meira enn eitt hús

Rákið, við undirtemanum Heimið, er hesaferð eitt heilt lítið grannalag við ymiskum bústøðum og dreymum um tað perfekta heimið. Vit støkka inn á gólvið uppi millum Gilja, har Mariann frá Royal og maður hennara, Rúni Brimvik, vísa okkum teirra dreymahús. Eitt nú hava tey sjónvarpsskíggja í hvørjum rúmi og fjarðstýrdan streym í øllum húsinum.

Hinumegin vegin práta vit við Ólav Frederiksen, sum brúkar nógva orku upp á at spara.. – ja, orku. Hann hevur sett sær fyri ongantíð at rinda eina olju-rokn-ing aftur. Eisini ætlar hann sær nú at seta eina vindmyllu upp, ið skal løða lítla grøna bilin, sum hann skjótt fer at koyra runt í.

Og heilt uppi í brekkuni leggja vit leiðina framvið hjá Bjørghild og Martin Djurhuus, sum fortelja um, hvussu tey brúka húsini heilt øðrvísi í dag, enn tá ið børnini búðu heima.

Fór at hugsa um, at tað hevði verið stuttligt, um fólkini í greinunum skiftu um bústað í eitt tíðarskeið, tí tey hava rætti-liga ymisk krøv til dreymaheimið. Til dømis at Ólavur flutti yvir til Mariann og tey, sum so kundu flutt heim til Bjørghild og so víðari.

Í tí meira álvarsliga endanum hava vit tikið advokatin, Gunn Ellefsen, til viks, so hon kann greiða okkum frá, hvussu hjún eru stødd peningaliga, tá parlagið krasjar. Her er veruliga nógv at læra, tí eru vit ikki á varðhaldi, kann kærleiks-ævintýrið skjótt gerast ein ræðandi veruleiki.