Eitt heiðurligt sætta pláss í longdarlopi

OYGGJALEIKIR: Hoyr samrøðu við Margit Weihe Fríðmundsdóttir og venjara hennara, Debes Christiansen

 

 

 

 

Margit Weihe Fríðmundsdóttir fekk í gjár eitt sætta pláss í longdarlopi.

 

Tær vóru 16, sum kappaðust innleiðandi og fingu trý lop í part, og tá var hennara besta lop fýra metrar og 91 sentimetrar.

 

Tað rakk til eitt sjeyndapláss, so hon taldist millum tær átta, ið komu víðari í finaluna.

 

Har eydnaðist henni at bøta um støðuna við at leypa fýra metrar og 94 sentimetrar, sum hevði givið eitt nýtt føroyskt met, var undanvindurin ikki so nógvur, sum hann var.

 

Vinnandi lopið í kappingini var upp á fimm metrar og 92 sentimetrar, og tað átti Hanna Wiss úr Álandi, sum vann gull framman fyri Bethan Pilley frá Isle of Man og Kärt Öunapuu frá Saaremaa.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Margit Weihe Fríðmundsdóttir, og við venjaran, Debes Christiansen.