Hugaligt var tað at síggja okkara fótbóltslandslið royna seg aftur á leikvølli, hesaferð í Jugoslavia. Gott í tykkum í SVF, at tit gjørdu tað møguligt hjá Føroya fólki at síggja dystin, sum enn einaferð vísti, at vit eiga eitt landslið, sum stendur seg millum teir stóru.
Vit taptu, men at tapa 2-0 móti einum av heimsins bestu liðum og við professionellum spælarum er eitt framúr gott úrslit. Jugoslavia er á einum 12. plássi í heiminum, meðan Føroyar liggja á einum 117. plássi, sambart hagtølunum, sigst.
Tað er greitt, at vit sakna spælarar sum Toda í álopinum, men vónandi verður tað ikki long tíð aftrat, at hann er við aftur á landsliðnum. Hinvegin er landsliðið vorðið so mikið væl samanspælt, at tað megnar at steðga slíkari fótbóltsmaskinu sum eitt nú tí jugoslaviska landsliðnum. Vildi væl við hjá okkara landsliði í dystinum mikukvøldið kundi úrslitið lættliga verið ein munur uppá einans eitt mál.
Tað eru nú nøkur ár síðani, at Føroyar fóru at luttaka í altjóða fótbólti. Síðani tá hava verið røddir frammi um, at vit áttu heldur at brúkt orkuna til okkara heimliga fótbólt og til ungdómsarbeiði. Vit høvdu einki at gera millum teir stóru.
Tíðin hevur prógvað, at tað var røtt avgerð at royna seg í altjóða kappingum sum sjálvstøðug fótbóltstjóð. Hetta hevur givið okkum drúgvar royndir. Hetta hevur skapt íblástur og hevur stimbrað heimliga fótbóltin. Spurningurin er so um tað er nóg mikið! Tað hevði einki gjørt, at vit nú fingu eitt alment orðaskifti um luttøku okkara í altjóða fótbólti, hvat er komið burturúr, hvat kundi verið gjørt betri og hvussu vit seta út í kortið av nýggjum! Rætt og slætt ? at vit evalueraðu hetta fyrsta 10 ára skeiðið.
At føroyskir leikarar verða tendraðir av at luttaka í altjóða kappingum í dysti við teir stóru og kendu er ein sannroynd. Hetta kann skapa gróðrarbotn fyri meira miðvísari venjing og íblástri hjá tí einstaka at koma víðari. Góð dømi eru um hetta nú fleiri av okkara spælarum verða seldir av landinum. Tað er eingin loyna, at flogvitið í føroyskum fótbólti Todi Jonsson eigur eitt stórt pláss í mongum føroyskum fótbóltshjartað og verða stórar vónir settar til framtíð hansara í altjóða fótbólti. Tí er tað okkara alra vón, at hann verður við í seinna dystinum millum FCK og Lazio, soleiðis at hann sleppur at prógva sítt fótbóltskynstur á vølli saman við fleiri av heimsins bestu. Hóast tað er rætt at satsa uppá teir »gomlu« evnaríku spælararnar er eisini rætt at lata upp fyri yngri kreftum.
Vit síggja fram til komandi dystirnar á Svangaskaði og Tórsvølli móti Luxemburg og Ruslandi. Tøkk til SvF fyri góðan dekning, og ikki minst til beinraknu og áhugaverdu viðmerkingarnar frá Jóannesi Jakobsen. Tær eru við til at krydra slíkan dyst, lyfta hann upp á eitt hægri støði og geva eisini teimum, sum bókstavliga eru á síðulinjuni innlit í hetta annars so litfægra og fjølbroytta spæl.