List
Tann mest umrødda framsýningin hevur vanliga verið ólavsøkuframsýningin hjá Listafelag Føroya, sum í ár læt upp í Listaskálanum, mikudagin 28. juli. Hetta er ein framsýning við úrvælslist, har valt og vrakað verður millum listaverk. Í ár høvdu 39 listafólk tilsamans 131 verk við á framsýningini.
Fyrstu ferð, skipað varð fyri ólavsøkuframsýning, var í 1948 og hevur framsýningin verið á hvørjum ári við undantaki av nøkrum heilt fáum árum.
Tey, sum hava áhuga fyri list, høvdu fleiri møguleikar at velja ímillum á ólavsøku í ár.
Í Norðurlandahúsinum var summarframsýning, sum hesaferð hevði verk hjá seks listafólkum.
Í Mullers Pakkhúsi hevði Lions Club í Havn framsýning, og uppi á loftinum í Smiðjuni í Lítluvík var framsýning við frálíkum skemtitekningum hjá Óla Petersen.
Gamalt og nýtt
Í Smiðjuni í Lítluvík hevði Tórshavnar Býarsavn og Føroya Landsskjalasavn eisini framsýning, sum lýsti býarmenningina árini 1856-1954.
Av øðrum søguligum framsýningum um ólavsøkuna, hevði Føroya Náttúragripasavn eina framsýning um upphav Føroya, og Føroya Fornminnissavn hevði eina framsýning um veiði úr felags havi við denti á norðsjóvarfiskiskapin árini 1870-1940.
Klædnahandlarnir, Sirri og Snældan, ið selja vælumtókt føroysk pløgg, høvdu eisini opið um ólavsøkuna.
Í hølunum við Tinghúsvegin hevði Losjan framsýning av eitt nú fiskabúrum og fiskum, sum liva í feskum vatni og saltvatni. Losjan sýndi eisini ymisk handverk og list, og fiskibrunnur var til børnini.