Nú í nakrar dagar rundan um vikuskiftið fara fimm listakvinnur at hava framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Talan er um tær fimm, Ásla Rannvá Svensson, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Rakel Helmsdal og Rikke Bak, og framsýningin letur upp fríggjadagin klokkan 16.
Tá fer Beinir Bergsson at lesa yrkingar og Jón Klæmint A'Lee Hofgaard fer at spæla tónleik.
Tey siga í tíðindaskrivi, at listabólkurin, Hátrýst, stendur fyri øllum handa slagi av list, redaringar, cyanotypiprent, steinprent og træskurðum, prent í fleiri støddum, heild frá frímerkjastødd og uppeftir.
Framsýningin er opin til týsdagin.











