– Tað er ikki eitt álvsligt mál. Ein maður er eitt sindur reyður um vangan og sigur, at hann er sligin. Tað er ikki so lætt at tosa við fólk, tá tey eru so full, so hetta málið verður kannað nærri í dag, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Ein maður hevur sovið rúsin av sær á politistøðini, tí hann var ov fullur at klára seg sjálvan. Hann varð funnin klokkan 04 í morgun.
Onkur kærdi seg til løgregluna um at onkur annar spældi ov harðan tónleik. Annars hevur ikki tað stóra verið at gjørt hjá løgregluni í nátt.











