Eitt óhapp í hálkuni í morgun

Hann segði frá hálku í morgun og  tá ið tað verður hált so tíðliga á vetri er tað ikki ókent, at tað tekur bilførarar á bóli.

 

Løgreglan sigur, at í morgun er eittans ferðsluóhapp fráboðað, sum hevur samband við hálkuna. Tað var ein bilur á Skálafjørðinum, sum gleið í bilaverjuna og fekk nakað av skaða. Førarin fekk ongan skaða.