Sandur: Stendur tað til bygdaráðslimin Páll á Reynatúgvu (myndin), so skal bygdin skjótt fáa eitt stað til ungdómin at búleikast í. - Sum er, reikar unga fólk okkara kring bygdina, við herbergsmøguleikum sum ikki søma seg. Úrslitið kann lættliga gerast eitt óheppið atferðarmynstur við byrjandi trupulleikum, sum hvørki gagna bygdini ella børnunum, vísir hann á. Tíðin er nú komin, til at kommunan tekur stig til at útvega eini hús til ungdómsvirksemi í bygdini. Serliga verður hugsað um bólkin 11-16 ár, ið ynskja eitt stað, har ungdómsvirksemi kann skipast.










