Eitt høvuðssæti ið savnar

Hósmorgunin legði BankNordik fram skitsutekning av nýggja høvuðssætinum hjá bankanum. Tað vóru MAP arkitektar, ið vunnu arkitektakappingina um verkætlanina, og væntandi verður byrja upp á sjálva byggingina í februar

Tað var eitt flott arkitektaverk, ið BankNordik saman við MAP arkitektum legði fram í høvuðssætinum í Húsagøtu hósmorgunin.
- Hetta verður ein vakur, rundur og eyðkendur bygningur, ið fer at liggja á høvdini millum Tjaldursveg og R. C. Effersøesgøtu. Og so verður tað fyri okkum ein bygningur, ið fer at rúma øllum kundunum hjá bankanum, sigur Janus Petersen.
Og tað vil siga øllum priatkundum, vinnukundum, tryggingarkundum og eftirlønarkundum, sum bankin hevur.
- Allir kundar skulu kenna seg heima í bygninginum, sum er innrættaður til kundavirksemi soleiðis, at kundarnir skulu kenna seg vælkomnar, sigur Janus Petersen.
Hann heldur, at talan er um eina góða loysn bæði fyri kundarnar og fyri starvsfólkið.
- Vit fingu fýra uppskot inn til ein bygning frá okkara frægastu arkitektum í Føroyum, og vit kendu, at vit fingu sera áhugaverd uppskot, ið góvu okkum nógvan íblástur. Vit valdu so eitt út, og tað gjørdu vit bæði út frá okkara egna sjónarmiði um, at tað skuldi vera ein bygningur, ið skuldi vera innbjóðandi fyri kundar og arbeiðsligur fyri okkara starvsfólk, men eisini út frá arkitektoniskum virði. Og har høvdu vit tveir arkitektaráðgevarar, Gunnar Hoydal og Ósbjørn Jacobsen, til at hjálpa okkum at velja út, sigur Janus Petersen.
Úrslitið fall á uppskotið hjá MAP arkitektum, sum var mett at vera bæði snøgt, eyðkent og sera kundavinarligt.

Alt á einum stað
Virksemið verður nú savnað á einum stað, og tað hevur týdning fyri bankan.
- Tað verður nógv stuttligari sum arbeiðspláss, at øll eru saman. Tú hittist, og tað skapar nakað av nýggjari orku, so tað verður hugaligari, tá øll eru saman, sigur Janus Petersen.
Talan verður eisini um eitt størri útboð til kundarnar.
- Nú savnar tú øll útboð á einum stað, og tað halda vit hevur stóran týdning fyri kundarnar, sigur Janus Petersen.
Sambært bankastjóranum fer bygningurin fíggjarliga ikki at tyngja so nógv.
- Hann fer at kosta á leið tað sama, sum vit seldu okkara verandi bygningar fyri. Vit seldu teir fyri 92 milliónir, og tað verður har á leið, sigur Janus Petersen.
Skotbráið er stutt, og tí verður farið í gongd beinanvegin.
- Vit fara í gongd fyrst í komani ári og arbeiða eftir einari trongari tíðarætlan, tí arbeiðið skal verða boðið út longu í ár. So vónandi kunnu vit sleppa í gongd longu í heyst og byrja upp á høvuðsbygningin komandi vár, sigur Janus Petersen.
Málið er, at arbeiðið skal verða liðugt í fyrsta ársfjóðringi 2015.
- Leisturin er ikki heilt avgjørdur enn, hvør sleppur at byggja, men sjálvandi sleppa føroyskar fyritøkur at bjóða upp á arbeiðið, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.