Eitt høvi til hugna

- Veitslurnar fyri støk er ein møguleiki til tey støku at fara út til ein góðan bita og at hugna sær. Tað er ikki altíð eins hugaligt at fara út aleinaður, og tískil kann ein tílík veitsla vera eitt gott høvi til at sleppa út og hugna sær, sigur ein av fyrireikarunum Dagbjørg Hjaltalin

Fyri triðju ferð verður skipað fyri veitslu fyri støkum. Hon verður 30. okt. við borðhaldi og dansi. Tað eru Dagbjørg Hjaltalin og Ólavur Groth, sum skipa fyri veitsluni.
Dagbjørg greiðir frá, at hon fekk hugskotið, tá hon var til eina tílíka veitlsu í Danmark fyri nøkrum árum síðani. Síðani spældi hon við tankan í eina tíð, inntil hon fann ein at skipa fyri tí saman við, sum hevði haft somu tankar.
? Endamálið er simpulten at geva teimum, ið sita einsamøll eitt høvi til at fara út at skemta og hugna sær, sigur hon.
Hon greiðir frá, at ein dama, sum hevði verið til veitsluna hjá teimum segði, at hon varð vorðin einkja fyri nógvum árum síðani og hevði ikki verið úti síðani tá Men hon lat so væl at veitsluni og segði, at hon hevði farið aftur, um tað so var dagin eftir.
? Tá ein er stakur, er ein ikki so ofta úti og etur ein góðan bita, tí hava vit gjørt av, at tey skulu fáa ein góðan bita til veitsluna við trimum rættum og síðani dans aftaná. Hetta kvøldið verður tað X-Rays ið spælir. Men samstundis fáa tey eisini høvi til at sita og práta við borðið og læra hvønn annan at kenna, greiðir Dagbjørg frá.
Veitslan fyri støk verður tann 30. oktober, og freistin at tekna seg er úti tann 21. oktober.