Eitt hálvtak hevði gjørt mun

- Soleiðis mugu ferðafólk standa í oysandi regni og bíða eftir Teistanum á bryggjuni í Hesti, sigur lesarin, sum hevur vent sær til In.fo.

 

 

- Lítið hugaligt at standa her í oysandi regni á bryggjuni í Hesti, serliga tá Teistin er hálvan tíma seinkaður. Eitt lítið hálvtak um ikki annað kundi Tórshavnar kommuna kanska unt hestfólki og ferðafólki annars. Ella - er tað ov nógv at biðja um?

Soleiðis skrivar ein kvinna á Facebook, sum herfyri vitjaði í Hesti. Ein annar lesari hevur sent hesa leinkju til In.fo og spyr, um vit ikki kunnu varpa ljós á henda trupulleika.

- Soleiðis mugu ferðafólk standa í oysandi regni og bíða eftir Teistanum á bryggjuni í Hesti, sigur lesarin, sum hevur vent sær til In.fo. 

Lagt verður aftrat, at tað er uppgávan hjá Tórshavnar kommunu, sum eisini fevnir um Hest, at fáa bygt eitt hús á bryggjuni, har fólk kundu sloppið undir tak eina slíka løtu og kanska eisini sloppið á wc.

- Eg haldi, ljós skuldi verið varpað á hendan trupuleikan. Eg veit, at fólk hava sent skrivliga áheitan til Tórshavnar kommunu um hetta, men har hendir einki, leggur lesarin aftrat.

##med2##