Eitt hálvt stig til Føroyar

Við javnleikinum hevur Hans Kristian Simonsen vunnið 1½ stig av trimum møguligum.

Martin Poulsen tapti seinnapartin móti Jukka Nyback úr Finnlandi. Hann hevur vunnið eitt av teimum trimum talvunum, hann hevur telvað í Prag Open 2010.

Hans Kristian Simonsen (2240 rating-stig) skal í morgin royna seg móti Kolakovic Kladio (2056 rating-stig) úr Týsklandi.

Martin Poulsen (2311 rating-stig), verandi føroyameistari, skal telva móti Milan Petras (2009 rating-stig) úr Kekkia.

Eftir trý talv er Hans Kristian Simonsen á 68. plássinum. Martin Poulsen er nummar 98. 133 telvarar taka í ár lut í Prag Open 2010.