Eitt hálvt ár at fordjúpa teg kreativt og fáa vinir fyri lívið

– Her kanst tú droyma og royna ymiskt, sum tú annars ongantíð fært høvi til, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas, stjóri á Føroya Fólkaháskúla við lestrarblaðið, sum Sosialurin gav út í síðstu viku

Føroya Fólkaháskúli er eitt av teimum fáu støðunum í dagsins samfelag, har gerandisdagurin er skipaður, so tú fært tíð og rúm at fordjúpa teg við listini og tí kreativa.

Her eru ongi krøv um karakterir, útsjónd ella próvtøkur.

– Stutt sagt eitt stað, har tú kanst vaksa sum menniskja gjøgnum tína listaligu skapan. Og í tøttum felagsskapi, har vit búgva og liva saman í fleiri mánaðir í senn, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas, stjóri á háskúlanum.

Føroya Fólkaháskúli hevur skipað árið við einum langum heystskeiði, og so fleiri styttri skeium á vári. 

Stuttligt og skapandi

Sum nakað nýtt hava tey nú valt at leingja heystskeiðið við tveimum mánaðum upp í eitt hálvt ár.

– Hetta, tí luttakararnir á síðsta skeiði ynsktu flestallir, at skeiðið var longri. Tey sóu, at skalt tú veruliga koma í dýpdina við tínum listaliga virksemi, mást tú hava meira tíð, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.

Sambært stjóranum leggja tey stóran dent á at hava tað stuttligt í felagsskapinum, meðan næmingarnir menna sínar kreativu og listarligu gávur undir kønari vegleiðing frá væl skikkaðum undirvísarum.

– Vit leggja stóran dent á tað kreativa, men eru eisini nógv úti í náttúruni og vitja ymsastaðni í landinum, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas. 

##med2##

Upplagt sum sabbatár

Mong velja at fara á háskúla, áðrenn tey fara víðari á útbúgvingarleiðini. Hetta heldur Hedvig Westerlund-Kapnas vera eina sera skilagóða avgerð.

– Á háskúla fært tú ein skáa úr øllum resinum í skúlanum og samfelagnum, har tú ofta skalt røkka ávísum úrslitum, ella gera og vera, sum onnur krevja av tær, sigur háskúlastjórin.

Háskúlastjórin, sum eisini hevur samskipað Ung í Føroyum í fleiri ár, sigur tað hava stóran týdning fyri ung at royna sínar listaligu veingir, tí tá kunnu tey kaga inn í seg sjálvi og vaksa saman við øðrum.

– Her kanst tú droyma og royna ymiskt, sum tú annars ongantíð fært høvi til. Gjøgnum listina og felagsskapin kanst tú føra eina uppbyggjandi innari samrøðu um, hvat tú veruliga hevur hug til og vilt við lívinum, sigur hon.

At hava dirvi at kiksa

Eitt eyðkenni við háskúlanum er, at her er onki krav um støði ella royndir á listarliga økinum fyri at vera á Háskúlanum, tí endamálið er eitt annað.

– Tað ber til at elska at mála uttan endiliga at ætla sær at gerast professionelt listafólk. Tú kanst til dømis sita og mála og so kiksa fullkomiliga. Kortini er tað ein sigur, tí tú hevði dirvi at royna teg, og harí liggur eisini skapanin av tí nýggja og samleikaskapandi. Tí er umráðandi at hava dirvi til at leita út har vit vanliga ikki grynna, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.