Tað eydnaðist í evstu løtu føroyska fimleikaliðnum at leggja eitt gullmerki afturat rúgvusmikla savninum, sum Føroyar vunnu á Álandi.
Fríggjadagin seinnapart stóð Fróði Mortensen nevnliga ovastur á sigurspallinum, tá hann – saman við einum fimleikara av Isle of Man – hevði hægstu karakter fyri lop um hest.
- Eg føldi tað á mær, beint sum eg lendi. »Yes« hugsaði eg, tá eg stóð perfekt á beinunum. Um tað var nóg mikið til gull, var eg sjálvandi ikki vísur í, men at talan gjørdist um heiðursmerki ivaðist eg als ikki í, segði Fróði Mortensen við Rás2, beint eftir at heiðursmerkið varð komið í hús.










