Vónirnar vóru kanska hægri, tá føroyingar áttu umboð í fimm finalum í dag. Men tað gjørdist bara til trygga gullið, tá Alex Joensen í eini reint føroyskari finalu vann á Jógvan Páll Kristiansen í bólkinum minus 66 kilo.
Christoffur Olsen tapti í minus 60 fyri einum íðkara av Rhodos. Hjalmar Johannesen tapti fyri einum av Guernsey, men ónøgdin í føroysku leguni var sera stór, tí teir vildu vera við, at Guernsey-búgvin stóð uttan fyri máttuna, tá hann kastaði eitt ippon.
Búgvi Poulsen tapti í minus 81 kilo fyri einum íðkara av Prince Edward Islands eftir javnan dyst. Og endaliga tapti Ragnar við Streym í minus 100 kilo fyri íðkara av Álandi. Hesin er eisini á finska landsliðnum.










