Eitt grótkast í Nólsoy ? eitt steinkast úr Havn

Eitt 80 metrar langt grótkast varð mánadagin hátíðarhildið í Nólsoy. Sosialurin var við, tá lands- og kommunalpolitikarar vitjaðu útoynna fyri eystan

NÒLSOY

 
Tað er ikki at forsmáa. Nólsoyar kommuna hevur gjørt, í sínari verð, eina risa íløgu. Við einari skattainntøku í ár áljóðandi einar 4,8 milliónir krónur í, kann ein íløga í eitt grótkast fyri 2,9 milliónir tykjast ovurhondsstór.
Ein tílík løta, tá ið grótkastið verður so at siga tikið í nýtslu, skal hátíðarhaldast. Landið hevur stuðlað verkætlanini av kontoini til menning av undirstøðukervi á útoyggjunum. Tískil var Bjarni Djurholm, sum eisini eigur verfamilju úr Nólsoy, eisini úti í Nólsoy.
Onnur avbygdarfólk vóru eisini innboðin. Meylað varð til allir býráðslimirnar í Havn, og fjølmiðlarnir vóru eisini bodnir ein túr til Nólsoyar. Áhugin var so sum so, men tykkara útsendi, ein myndakvinna og tungu dreingirnir í Tórshavnar býráði eru við Rituni á middegi mánadagin. Á nýggjárinum verður Nólsoy partur av høvuðsstaðar kommununi, so tað er rættiliga nærliggjandi, at komandi valevnini til kommunuvalið í heyst eru við.
Tað hevur sín heilt serligu sjarmu, at ferðast hesir fáu minuttir til Nólsoynna. Vit sleppa ikki av aftur oynni fyrr enn klokkan nærkast fimm. So tað skuldi verið ríkiligt høvi at síggja tað mesta av grótkastinum.
Væl vitandi, at vit ikki selja nógv bløð við at skriva um grótkøst, er tað kanska líka frætt at lata grótkast vera grótkast í frið. Men tað skal sigast, at fyri nólsoyingar hevur grótkastið sera stóran týdning. Tað er ein gomul søga, sum nú hevur fingið skrivað ein týðandi kapittul. Og trygdin og atløgumøguleikarnir eru nú munandi betraðir.

Men aftur til mánadagin í Nólsoy. Royndarhúsið var karmur um kanska tað mest hátíðarliga. Hampuliga stóra fylgið við Jógvani Thomsen, borgarstjóra, á odda høvdu verið og hugt at grótkastinum, so var væl borðreitt í bygdahúsinum. Og einki hátíðarhald uttan røðarar. Nógvir politikarar vóru nánd. Bjarni Djurholm nýtti tað sokallaðu felagsskapssnildina og nevndi dúgliga verfaðirin og sín tilknýtning til Nólsoynna. Hann segði seg ikki vera eina løtu í iva um, at hetta var eitt rætt stig at taka. Hann hevur eisini í hyggju at fáa Norðurlandaráðið at fáa eyguni upp fyri Nólsoynni sum orku- og royndarøki.
Undan landsstýrismanninum hevði borgarstjórin greitt ítøkiliga frá søguni undan arbeiðinum og arbeiðinum sjálvum. Umboð fyri RTS, ið stendur fyri Runavíkar Transport Service, segði eisini nøkur orð, har takkað høvisliga til allar hóskandi síður av sakini. Og so kundu politikararnir í Havn heldur ikki halda sær longur. Fyrst Bjarti Mohr og síðani Heðin Mortensen søgdu nøkur orð fyri samkomuni. Tá Heðin Mortensen, sum oftani er stand-in borgarstjóri, bar eina heilsu frá borgarstjóranum, breiðkaðust smílini á hinum býráðslimunum við borðið og uttan tey nógvu orðini vistu teir, at allir hugsaðu tað sama.
Eftir politisku røðurnar var orðið frítt, og tað var tíðanverri bert tann eini, sum tók av tilboðum. Grindaformaðurin í bygdini helt fyri, at hann var so ómetaliga glaðan fyri, at Nólsoyggin nú verður partur av Havnini.
- Vit eru langt síðani vorðin havnafólk, segði skemtiligi einsamalli røðarin.
Og væl smakkaði. Ikki sum tær nógvu og flottu móttøkurnar í Havn ? men nógv hugnaligari. So var ikki so øgiliga nógv at gera. Gingið var ein túr fyri at skoða tær næstu kommunalu verkætlirnar, sum vit skulu hyggja nærri at komandi bløðum. Tað bilar heldur einki, at mann sum so einki konkret hevur at takast við ein tílíkan seinnapart. Tá ið tað byrjaði at leka av himni, bjóðaði borgarstjórin sínum fylgi inn til hansara at bíða eftir Rituni.   
Og størri blíðskap skal mann leita leingi eftir.