Aftur í ár skipar Havnar Svimjifelag fyri kappsvimjing á sjónum á ólavsøku. Kappingin verður beint eftir kappróðurin ólavsøkuaftan, tað er væntandi um fimmtíðina, og svomið verður fram við Molanum.
Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar - frá endanum á Molanum, har ein startbrúgv verður løgd út, og inn í krókin við Havnarskrivstovuna, har málið verður.
Havnar Svimjifelag tók uppaftur hesa gomlu siðvenju í fjør.
Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var annars í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku.
Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl.
Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var á Vestaru Vág í 1954.
Hóast gamla heitið, kappsvimjing á ólavsøku, hongur við, verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja, antin tað so er fyri at kappast ella ei.
- Høvuðsendamálið er at vera við, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi á sjónum, siga tey í Havnar Svimjifelag
Myndirnar eru frá svimjingini í fjør og tær hevur Pól Jespersen tikið fyri Havnar Svimjifelag