- Hóast Sandoyartunnilin ikki er endaliga liðugur enn, er hesin dagur ein týðandi varði á leiðini at knýta Streymoynna og Sandoynna saman við føstum sambandi.
Tað segði Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri, tá hann beyð øllum hjartaliga vælkomnum til hátíðarhaldið í ítróttarhøllini Inni í Dal í dag, nú seinasta skotið í Sandoyartuninum varð latið av.
Tunnilsstjórin takkaðið øllum, sum dagliga arbeiða við verkætlanini.
- Tað veri seg starvsfólki, ráðgevum hjá okkum, sum byggiharra og starvsfólkunum hjá NCC og annars øllum, sum á ein hvønn hátt hava hjálpt okkum at náa hesum máli.
Teitur Samuelsen segði, at nú seinasta skotið varð latið av, samskifti 94 ára gamla, Harriet Krog Jensen, við spreingimeistaran niðri í tunlinum Streymoyarmegin.
- Hon gav boð um at festa eld í tað góða tonsið av spreingievni, sum ger fasta sambandið millum Streymoynna og Sandoynna til veruleika, segði tunnilsstjórin.
##med2##