Eitt gott stað til ein felagsskap

- Felagsskapurin við føroyingar í Eliaskirkjuni hevur sera nógv at týða fyri meg, sigur toftamaðurin, Ovi Magnussen sum lesur gudfrøði í Keypmannahavn.

Eftir summarsteðgin í ár byrjaði ungi toftamaðurin lesnað sín á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, samstundis sum hann fær undirvísing á Dansk Bibel Institut.

Hóast nógv er at lesa og seta seg inn í, ynskir Ove somuleiðis at vera virkin í føroyska arbeiðinum, sum verður gjørt í og út frá Eliaskirkjuni.

- Henda meinigheitin líkist nógv teirri, sum eg komi frá heima á Toftum.

- Her savnast eisini missiónsfólk ymsa staðni frá. Og tað er eisini her at mín umgangskredsur er. Tí eri eg her, sigur hann.

Møti verða hildin hvørt leygarkvøld kl. 19 í hesi kirkjuni á Vesterbrogade. Arbeiðið byrjaði fyri 27 árum síðani.


Samtala og bøn

Fyri Ova er eingin ivi um, at hetta er eitt sera gott stað fyri trúgvandi føroyingar at savnast í.

Hann hevði hoyrt um arbeiðið í Eliaskirkjuni frá vinfólkum heima í Føroyum og hevði lisið onkra grein um arbeiðið, áðrenn hann sjálvur fór til Danmarkar í lestrarørindum.

- Fyri meg hevur arbeiðið ótrúliga stóran týdning, serliga tí eg nú lesi gudfrøði á universitetinum.

- Har hevur undirvísingin ofta ein heldur kritiskan dám mótivegis Guds orði. Og tí er tað sera týdningarmikið at hava eitt slíkt stað at koma til, har eg kann tosa við onnur og biðja saman við teimum, greiðir Ovi frá.

Hann sær stóran týdning í tí, at trúgvandi ungdómur sum flytur til Danmarkar hevur ein slíkan andaligan felagsskap at savnast í.

- Annars er vandi fyri at tey kunnu glíða út, slær hann fast.

Ovi verður eisini biðin sum talari til tey føroysku møtini. Hann talaði fyri góðum mánaði síðani, og skal aftur tala í november.




Eliaskirkjan í Keypmannahavn

Endamálið við føroyska arbeiðinum í Eliaskirkjuni er í fyrstu syftu, at boða evangeliið til trúgv á Jesus Krist og at styrkja hin kristna felagsskapin.

Miðað verður eisini eftir at kalla til trúboðan úti og heima, og til sosiala ábyrgd í heimi, kristna felagsskapinum og samfelagnum.

Tey royna at røkka hesum endamáli við at hava møtir, bíbliubólkar, sunnudagsskúla og annað.