Eitt gott sjúkrahús kostar nógvar pengar

Tilvild hevur stýrt menningini av føroyska heilsuverkinum, og politikarar eru ikki uppgávu sína búnir, tá teir framvegis ikki hava sett sjúklingtrygd í gildi, tá teir fasthalda trý sjúkrahús og nú eisini eru farnir at tosa um viðgerðartrygd. Hetta sigur Jón á Steig, sum um árskifti fór frá sum medisinskur yvirlækni á Landssjúkrahúsinum eftir 30 ár í starvinum

Heilsuverk: Spurdur um hvat størsta framstigi hevur verið hesi árini, hann hevur starvast á Landssjúkrahúsinum, svarar fyrrverandi medisinski yvirlæknin, Jón á Steig, at tað var høvdaskannarin, sum tey fingu frá privatum banka í mitt í fýrsunum.

At týdningarmesta nýggja tólið kom sum privat gáva passar væl til myndina, sum Jón á Steig teknar av samskiftinum millum heilsuverkið og politisku skipanina.

- Tað hevur mangan undrað meg, at proffesionella ráðgevingin ikki kemur upp ígjøgnum politisku skipanina. Ofta er tað tilvildin, sum hevur gjørt, at vit hava kunna ment okkum, staðfestir hann.

- Tá ynskilistin fyri nýggj tól skal gerast á hvørjum ári, snýr tað seg meira um at strika út enn at skriva niður, tí fíggjarætlanin skal ikki vaksa, samstundis sum prísir og lønir vaksa fyri hvørt ár.

Ein av tólunum, sum varð strikað í fleiri ár, var ein ultraljóðskannari. Og Jón á Steig greiðir frá, hvussu Landssjúkrahúsið at enda fekk henda skannara. Tann søgan gongur fyri seg umborð á einum trolara.

- Vit stóðu uppi á brúnni á einum nýkeyptum trolara, og eg sigi við skiparan, at hann kundi saktans, tí skipið hevði ekkolodd. Tað var júst ein slík maskina, sum vit manglaðu á Landssjúkrahúsinum. Har vóru fleiri politikkarar á brúnni eisini, og onkur teirra spurdi inn til hetta, og eg greiddi frá, hvussu góður ein ultraljóðskannari er, og at hann virkar eftir sama prinsippi sum ekkoloddi.

- Árið eftir varð ultraljóðskannarin játtaður á fíggjarlógini, sigur Jón á Steig og flennir.

 

Frá strekk til deyðssong

Sum smádrongur skrivaði Jón á Steig í eina poesibók, at hann ynskti at verða lækni. Ynski gjørdist veruleiki, og fyrrverandi medisinski yvirlæknin kann í dag hyggja aftur á eitt arbeiðslív, sum bæði hevur verið spennandi og avbjóðandi.

At hann ynskti at verða lækni var kanska ikki so løgið. Frá tí at hann var seks ára gamal lá Jón á Steig fleiri ár á Drotning Ingridar Hospital, sum tað tá æt. Hetta var undir krígnum og nøkur ár fram. Annað beinið lektist ikki, og tí lá hann einsamallur í Havn langt frá familjuni í Vágum.

Tá smádrongurin fylti sjey, setti læknin ein lærara at undirvísa honum, og annars var gerandisdagurin hospitalið, har menn lógu strekk við tuberklum í áravís, og stovugongdin var eitt heilt herðlið við sjúkrasystrum sum fortroppi framman fyri høgtmetta læknanum við virðiligu yvirsjúkrasystrini í hølunum.

- Ja, nógv er broytt síðani tá, sigur Jón á Steig smílandi.

- Í dag gongur mann og pjøssar við sínum testskopi og prátar stillisliga við sjúklingin. Fyrr var lítil samrøða, bara harraboð

 

- Pensilin, medisin fyri tuberklar og medisin fyri magasár hava kollvelt gerandisdagin á sjúkrahúsum, greiðir hann frá. Um ein maður kom inn við magasári fyrr, so skuldi hann liggja inni til kur í seks vikur, í dag fær hann bara medisin við heim.

Men meðan talið av sjúklingum í medisinskari viðgerð er fallið, er talið av doyggjandi økt.

- Fyrr vildu sjúklingar heim til familjuna at doyggja. Tey befalaðu seg í Harrans hendur og vildu vera hjá sínum kæru tað seinastu tíðina. Í dag fáa vit doyggjandi sjúklingar frá røktarheimum, og so liggja tey seinastu tímarnar hjá okkum, sigur Jón á Steig hugsunarsamur.

 

Einki land ráð til heilsuverk

Stóru frambrotini innan heilsuøki hava ført við sær, at tørvurin er vorðin ómettandi. So nógv kann gerast, og øll ynskja at liva so væl og leingi sum møguligt.

- Einki land í verðini hevur ráð til at tað, sum eitt heilsuverk kann kosta, staðfestir Jón á Steig og nevnir sum dømi, at metingar vísa, at um amerikanska heilsuverkið heldur fram at vaksa í sama mun, sum tað hevur gjørt seinastu árini, so fer amerikanska samfelagið fallit um nøkur fá ár.

- Men tá tú sum lækni stendur yvir fyri tí einstaka, so gert tú alt, sum tú kanst fyri at hjálpa. Tað er so lætt at tosa yvirskipað, tá mann ikki stendur yvir fyri einstaka menniskjanum, sigur Jón á Steig, sum tó leggur herslu á, at politikkarar hava ábyrgd fyri at gera nakrar raðfestingar og geva fígging hareftir.

- Hóast sjúklingar koma inn á okkum dag og nátt, so hevur leiðslan megnað at hildið fíggjarætlanina við bara promillum omanfyri tað, sum verður fyriskrivað. Tá politikkarar tosa um, at Landssjúkrahúsið ikki heldur fíggjarætlanir er tað tí púra burturvið, heldur Jón á Steig.

Spurdur um vit eiga at góðtaka, at vit eru ov smá til at hava eitt veruligt heilsuverk og heldur royna at gera brúk av samstarvavtalum við stór, vælvirkandi sjúkrahús uttanlands, sigur Jón á Steig, at tað ber ikki til at flyta øll.

- Men vit mugu gera eina raðfesting um, hvat vit skulu hava - ella hvat vit skulu góðtaka at vit ikki hava - sigur hann og nevnir sum dømi nýra-, hjarta- og lungna kirurgi, sum vit ikki eiga at hava nakrar vónir um at hava í Føroyum.

Eisini heldur hann tað vera sera heppið fyri okkum at vit hava eitt so gott samstarv við ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, sum er eitt universitetssjúkrahús.

- Vit mug ikki bara sleppa hesum góða samstarvi fyri samstarv við útjaðarasjúkrahús í Skotlandi ella aðrastaðni, sig Jón á Steig avgjørdur.

 

Kvalitet heldur enn nærleika

Jón á Steig er eisini avgjørdur, tá prátið kemur inn á tey trý sjúkrahúsini. Hann staðfestir, at tað er púra burturvið at halda, at 48.000 fólk kunnu bera trý sjúkrahús.

- Hetta er fakliga óforsvarligt.

- Í Danmark siga tey, at minst 250.000 fólk skulu vera til hvørt sjúkrahús, og 48.000 kunnu kanska so dánt uppihalda eitt Landssjúkrahús hjá okkum.

- Heilsuverkið má ikki vera »beskæftigelsesterapi«, bara fyri at geva arbeiðið til nøkur starvsfólk. Tað snýr seg um at veita bestu góðskuna til brúkarnar, tað vil siga sjúklingarnar. Vit mugu hugsa um kvalitet heldur enn nærleika, sigur hann. Og eitt stórt sjúkrahús gevur hægri fakligt støði, tí har er møguleiki at skapa eitt fakligt umhvørvið, har fleiri læknar og fakfólk kunnu sparra.

- Eg hevði ikki tora at staðið sum einsamallur lækni í Klaksvíkar og Suðuoyar Sjúkrahúsi. Eg geri alt mítt arbeiði í samstarv við mínar samstarvsfelagar, men tað kann ein einsamallur lækni ikki, sigur Jón á Steig.

Tað gamla var, at læknin var ein alt-muligmand, sum kundi alt, men menningin - sum tey flestu uttan iva gleðast um - hevur ført við sær, at læknayrki er vorðið alt meira innviklað og spesialiserað, greiðir Jón á Steig frá. Í dag er læknin tí ikki alvitandi, men er serlækni í onkrum ávísum.

- Tað kann vera, at smærri sjúkrahúsini kunnu vera góðar uppvenjingarstøðir, tí tey hava nógv betri umstøður til slíkt enn Landssjúkrahúsið, men tað er fullkomiliga skilaleyst at hava hesi støð sum vakttung arbeiðspláss, staðfestir hann.

 

Fólkavøkstur skal til

Tað er ikki fyrr enn fólkatali í Føroyum er fleirfalda, at vit kunnu byrja at hugsa um at hava eitt stórt sjúkrahús við fleiri serøkjum, heldur fráfarandi serlæknin.

Trupuleikin er bæði, at fólkatalið ikki er nóg stórt til at bera eitt stórt heilsuverk, og at ov fá starvsfólk eru tøk.

- Eg má siga, at tað sum hevur verið tungast at uppliva hesu seinastu árini er, at fólkatalið ikki veksur. Tá fólkavøksturin steðgar upp á henda hátt, so kunnu vit ikki tosa um framburð á nøkrum øki, heldur Jón á Steig.

- Eisini er tað hugtungt at vita, at vit kunnu vænta okkum læknatrot í minst 20 ár afturat.

- Evropeiska kappingin um læknar er hørð, og vit kunnu í besta fall vóna at fáa nakrar av føroysku læknunum heimaftur. Men tað krevur eitt høgt fakligt støði, og eitt slíkt fáa vit bert um vit veruliga raðfesta kvalitetin á arbeiðsplássinum, staðfestir Jón á Steig.

- Øll eru so mobil í dag, og føroyingar koma ikki heimaftur fyri ein hvønn prís. Vit kunnu fáa onkran at koma her, men trívist viðkomandi ikki, jamen so flytur hann bara av landinum aftur.

Í samband við starvsfólkamangul og royndirnar at fáa starvsfólk at trívast heldur Jón á Steig, at áhaldandi atfinningarnar hjá føroysku miðlunum kunnu skaða meira enn tær bøta.

- Um ein lækni verður svínaður til í pressuni, so kann hann bara taka flúgvaran og fara. Hvør orkar bara at fáa neiliga umrøðu, spyr Jón á Steig.

Hann sigur, at tað hevur verið ótrúliga nívandi at lesa allar tær keðiligu søgurnar.

- Eg haldi als ikki, at læknar skulu hava frið. Sjálvandi skulu trupulleikar viðgerast. Men tað er drepandi, tá viðgerðin er so einvegis, og vit einki fáa sagt afturímóti, sigur hann.

 

Sjúklingatrygging og viðgerðartrygd

Sosialurin hevur seinastu mánaðirnar viðgjørt sjúklingatryggingarlógina, sum var samtykt í 1989, men framvegis ikki er komin í gildi, og Jón á Steig skilir væl, at sjúklingar eru ørkymlaðir um hetta. Hann sigur, at sjúklingatryggingarlógin eisini er eitt framstig fyri læknar, tí við henni kunnu ivamál og skeivleikar viðgerast skjótt og siðiligt.

- Í fjølmiðlunum virkar tað, sum at læknarnir hava alla ábyrgdina, men tað er ikki altíð læknin sum hevur feilin. Feilurin kann eisini liggja í skipanini, í manglandi játtan ella hjá øðrum starvsbólkum. Tí er tað týdningarmikið, at vit fáa eina sjúklingatrygging, har skipanin tekur ábyrgd og álitið verður endur-upprættað so skjótt sum møguligt, sigur fyrrverandi yvirlæknin.

Hinvegin skilir hann ikki, at ávísir føroyskir politikarar eru farnir at tosa um at innføra viðgerðartrygd í Føroyum.

- Lars Løkke Rasmussen innførdi donsku lógina ímóti ráðum frá serfrøðingunum. Hetta er væl skiljandi, tí sálarliga trýsti av at bíða er stórt. Men hinvegin er eingi faklig grund fyri, at ein krabbameinssjúklingur til dømis skal viðgerast innan nakrar fáar dagar. Krabbameinið hevur mennt seg yvir fleiri ár, og tí hendir ikki tann stóra broytingin eftir nøkrum døgum, sigur Jón á Steig.

Kravið um at sjúklingar við ávísum sjúkum skulu viðgerast innan eitt ávíst tíðarsskeið leggur enn størri trýst á undirmannaðu sjúkrahúsini.

- Heilsuverkið er allatíðina ein spurningur um raðfesting. Og verður eitt øki uppraðfest, gongur tað út yvir okkurt annað. Hetta tí hvørki fíggjing ella manning eru óendalig. Hesum mugu politikarar gera sær greitt og ikki lata sum um støðan er ein onnur yvir fyri veljarunum, staðfestir Jón á Steig at enda.