Inntøkur fiskimanna
Árið í fjør var sum heild eitt serstakliga gott ár hjá reiðarum og fiskimonnum, helst besta árið nakrantíð - í peningi.
Veiðinøgdirnar hjá ísfiskaskipunum vóru stórar í fjør, og prísirnir vóru góðir. Í ár hava prísirnir ikki verið so góðir, men veiðinøgdirnar hava verið heldur størri enn í fjør.
- Tí eru inntøkurnar hjá fiskimonnum á ísfiskaveiði at kalla tær somu sum í
fjør.
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag fegnast um gongdina seinastu árini.
Sera góð ár
- Hetta hava sum heild verið fram úr góðar tíðir hjá skipum og manningum, sigur Óli Jacobsen.
Hann vísir tó á, at onkur undantøk eru. Eitt nú hevur rækjuvinnan havt tað tungt í nøkur ár, tí rækjumarkaðurin í Japan so við og við er dottin burtur. Hetta hevur elvt til trupulleikar hjá rækjuskipunum, sum tó hava megnað at hórað.
- Japanesarar keypa nú rækjur frá skipum, sum veiða eystanfyri. Hetta eru stórar og lutfalsliga bíligar rækjur.
Óli sigur, at árið hjá nótaskipunum hevur verið heldur slakari enn í fjør, men hetta er framvegis eitt sera gott ár hjá nótavinnuni.
- Hví gongdin hjá nótaskipunum hevur verið slakari í ár, veit eg ikki rættiliga, men skipini hava fiskað nakað minni.
Hann heldur, at mista svartkjaftakvotan í ES-sjógvi í ár kann vera ein orsøkin.
Ikki ovurveiða
Spurdur um framtíðarútlitini, nú fiskifrøðingar siga seg hava staðfest, at eingin gróður er í havinum, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, at tað altíð er torført at spáa um, hvussu framtíðin verður, men fiskiskapurin hevur ongantíð verið so góður sum nú.
- Eg havi ikki skil fyri tí, sum fiskifrøðingarnir nú tosa um - antin gróðurin í
havinum er lítil ella eingin. Tí dugi eg ikki at meta um, hvønn týdning tað kann fáa fyri fiskiskapin, um hesi viðurskifti ikki broytast.
Óli leggur tó dent á, at talan her er um náttúrufyribrigdi, sum ikki skyldast
ovurveiði.
- Tað tykist eitt sindur løgið, at eitt náttúrufyribrigdi, vit fyrstu ferð
nakrantíð hoyrdu um fyrst í nítiárunum, nú júst 10 ár seinni skal endurtaka seg aftur, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag.










