Eitt gott avrik í einum ergiligum tapi

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Pauli Poulsen iðrar seg um 2-3 tapið ímóti KÍ, men fegnast um góðar lutir í spælinum

Eina góða løtu var 07 Vestur á sigurskós ímóti KÍ á heimavølli á Dungasandi vesturi í Sørvági.

 

Tá 17 minuttir vóru farnir var 07 Vestur á odda, men KÍ fekk vent dystinum, og vann at enda 3-2.

 

Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Pauli Poulsen iðrar seg um, at tað ikki helt hjá 07 Vestur, og málini liðið fekk ímóti sær, men hann sær nógvar góðar lutir í tí hann upplivdi frá sínum monnum.

 

Hann staðfestir, at vit skulu nógvar dystir aftur til farna kappingarár fyri at finna ein dyst, har KÍ lat tvey mál fara inn í einum dysti. 

 

Hann gleðist eisini um, at leikliga avrikið har menn arbeiddu hart var av tí besta, og tí verður farið undir at fyrireika seg at taka ímóti B36 komandi sunnudag við góðum treysti.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Paula Poulsen. 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen hoyrist HER