Eitt øgiligt reyp – men fólk rópa neyðarróp

Jenis av Rana hvepti sær við tá ið Kristina Háfoss legði fíggjarlógina fyri næsta ár, fram

Tað er skomm at siga tað, men tað sær út til at samgongan setur fullveldið hægri enn tað at geva fólkið tak yvir høvdið, og hægri enn at senda sjúklingar uttanlands at fáa hjálp.

 

Tað sigur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, og formaður floksins, nú fíggjarlógin fyri næsta ár, varð løgd fram í morgun.

 

Hann heldur, at tað er ein himmalrópandi andsøgn ímillum reypið hjá samgonguni um, hvussu væl tað gongur í Føroyum, og so neyðarrópini hann hoyrir frá fólki, sum ikki fáa tak yvir høvdið, og frá sjúklingum, sum ikki verða sendir uttanlands til serviðgerð, tí tað manglar pengar.

 

Og tað hendir, hóast tíðirnar eru góðar og tí sat hann og øtaðist, tá ið Kristina Háfoss legði fíggjarlógina fram. Hoyrir samgongan ikki neyðarrópini, spyr hann.