Eitt genialt skip frá kjøli til brúgv

Nú skipið kemur at kostar meira enn 700 mill. kr., sum svarar til nærum ein triðing av okkara fíggjarlóg, hava vit spurt stjóran, um tað ikki ber til at spara og gera skipið bíligari.

 

Nýggj Norrøna


-Sjálvandi kann okkurt gerast, men tað fer at muna so lítið. Tað, sum umræður, er at fáa eitt skip, sum kann nøkta tørvin komandi 20 árini ella so. Og her má roknast við, at ferðafólkini fara at seta krøv til komfort. Vit hava roynt at fáa eitt samlað konsept, ið skal kunna gera tað sera áhugavert fyri ferðafólk at ferðast sjóvegis í Norðuratlantshavi. Kømurini eru sera rúmlig og eru sera væl útgjørd. Óli Hammer sigur, at teir hava brúkt nógva orku uppá at fáa eitt sjógott skip, og har lítil og eingin larmur er. Hann er gott greiður yvir, at teir kunnu fáa kapping frá flogferðsluni, men tað vilja altíð vera mong, sum ynskja at ferðast sjóvegis og her telur tað nógv, at tey kunnu taka sín egna bil við. Tí verður bildekskapasiteturin eisini so nógvar ferðir størri enn umborð á núverandi Norrønu.


-Eg havi tosað við fleiri útlendingar um nýggju ætlan okkara, og teir siga bart út, at hetta er eitt genialt skip frá kjøli til brúgv. Tað er so eisini bygt upp við teimum drúgvu royndum vit hava í hesi siglingini, sigur Óli Hammer, sum sjálvur hevur verið við frá byrjan, tá Smyril varð keyptur til endamálið. Nú verður ringurin so sluttaður og vónar hann at kunna vera við til at fremja hesa útbyggingina eisini.


Hvat viðvíkur ferðaætlanini, so verða har ongar serligar broytingar. Men hevði ikki verið skilabetri at siglt til Aberdeen heldur enn til Hetlands spurdu vit Óla Hammer! -Tað kann man sjálvandi siga. Men tá skuldi skipið kunnað siglt eini 30 míl, og tað ger tað ikki. Tað siglir 21 míl. So hetta letur seg ikki gera í tí rutumynsturi, sum vit hava bygt upp. Hann heldur tað eisini vera framtíð í at kunna sigla til Hetlands, tí haðani er gott samband við Orknoyggjar og Skotland. Skotska felagið North-link, sum hevur fingið siglingina millum oyggjarnar og Skotland - hon var áðrenn rikin av P&O - hevur tveir nýgbygningar í gerð í Finlandi, sum skulu minka um siglingstíðina úr Hetlandi til Skotlands við 6 tímum, niður í 10 tímar. Óli Hammer fegnast tí um, at hetlendingar hava viljað sett pengar í Norrønu og dylur hann ikki fyri, at nógv skilagott kann spyrjast burtur úr hesi rutu í framtíðini. Eitt nú satsa hetlendingar uppá at útflyta eini 50.000 tons av alifiski um árið. Hinvegin kann Norrøna koma at vera tað skumpið, sum skal til fyri at byggja brýr aftur millum oyggjafólkini í Norðuratlantshavi. Hetlendingar vilja eisini menna samstarvið við norrønu grannar sínar. -Men vit hava eisini nógv at læra av hetlendingum. Teir duga í summum førum betri enn vit at standa saman, meðan vit her heima oftani draga hvør sína línu.