Størsta og helst mest umfatandi lógararbeiðið hjá sitandi landsstýri komandi árini liggur hjá Almanna- og heilsumálaráðnum. Og størsti bitin hjá Almanna- og heilsumálaráðnum er ein nýggj forsorgarlóg. Hon er so umfatandi, at alt arbeiðið eftir ætlan ikki verður liðugt fyrr enn síðst í 2007. Tað vil siga, at verandi samgonga má halda út alt valskeiðið, um hon samlað skal síggja lógina gerast veruleiki.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur sett øll segl til fyri at røkka málinum um eina nýggja forsorgarlóg. Hann vísir á, at týdningurin av lógini er risastórur.
? Neyvan nøkur onnur lóg hevur so stóra beinleiðis á ávirkan á fólk sum hendan, sigur Hans Pauli Strøm.
Gomul donsk
Verandi forsorgarlóg fær somu orð við á vegnum sum so nógvar aðrar lógir, sum skulu eftirkannast ella gerast heilt av nýggjum: Hon er bæði gomul og donsk.
? Seinastu tretivu árini er hon rættað eitt sindur til og okkurt lagt afturat. Vit skulu vera glað fyri, at tað er ein forsorgarlóg, men samlað er hon óhóskandi og ikki løtt at arbeiða við, sigur Hans Pauli Strøm.
Eitt, sum tosað verður nógv um við nýggju lógini, er at gera alt forsorgarøkið greiðari, soleiðis at tað fer at virka betri fyri tann einstaka og fyri skipanina.
? Tað verður nýtt ov nógv orka til at meta um tann einstaka í hvørjum føri. Tað er serliga strævið fyri fólkini sjálvi, men skipanin tænir ongum sum best sum er, sigur Hans Pauli Strøm.
Arbeiðið er so drúgt, at tað ber ikki til hjá landsstýrismanninum í skrivandi stund at siga so nógv, hvørjar ítøkiligar broytingar ella ágóðar ávísir bólkar kunnu vænta sær, at vit fara at síggja í nýggju lógini.
Ein samfelagsbólkur, sum hevur verið nógv frammi seinastu tíðina, eru einligar mammur. Har hevur ein kanning víst, at tær hava ofta stórar trupulleikar at fáa endarnar at røkka saman. Landsstýrismaðurin lovar, at nýggja forsorgarlógin fer at koma væl við hjá hesum samfelagsbólki, har tað millum annað skal gerast greiðari, hvørji rættindi einligu mammunar hava og hvørjar ítøkiligar skyldur tað almenna hevur mótvegis teimum.
Í stigum
Hvat inniber so ein forsorgarlóg? Hví er tað so drúgt at fáa arbeiðið frá hondini?
Lógin umfatar fleiri samfe-lagsbólkar. Høvuðsbólkarnir eru børn við skerdum førleika, vaksin við skerdum førleika og fólk annars, sum av sosialum ella øðrum áðum hava brúk fyri forsorgarhjálp fyri at koma fyri seg aftur. Hesin triði bólkurin umfatar nógvar ymsar støður, fólk kunnu koma í.
Hetta eru alt stórir og umfatandi samfelagsbólkar, sum tað tekur drúgva tíð at viðgera hvør sær í. Greiðast skal fáast hvørji ítøkilig rættindi og skyldur eru galdandi. Hugsa vit bert um fólk við skerdum førleika, so umfatar lógin alt frá hjálpartólum og heilivág til tænastur av ymsum slag.
Á Almanna- og heilsumálaráðnum situr ein persónur burturav og arbeiðir fyri forsorgarlógini. Arbeiðið er harumframt skipað í arbeiðsbólkar, sum hava tilvísingarbólkar at vísa til og ráðføra seg við. Til-vísingarbólkarnir hava umboð bæði úr ymsum áhugafeløgum, heilsuverki og aðrastaðni.
? Vit nýta fólk úr Almanna- og heilsumálaráðnum og taka eisini fólk inn útifrá við servitan. Hugskotið við tilvísingarbólkun-um er at fáa so breiða umboðan og so nógva vitan við í kjakið í sambandi við lógarsmíðið sum gjørligt, sigur Hans Pauli Strøm.
Ein arbeiðsætlan í fleiri stigum er gjørd. Eftir henni skal eitt upplegg fyri børn við skerdum førleika verða liðugt í heyst. Komandi summar skuldi eitt útspæl um vaksin við skerdum førleika verið liðugt. Somuleiðis í 2005 verður roynt at gera uppleggið til restina av forsorgarlógini liðugt. 2006 skal nýtast til at finna eina heild í arbeiðinum. Ein drúgv hoyrifreist verður ásett, og arbeitt verður mett at gerast liðugt síðst í 2007.
Tað verður tosað um at leggja onkran part forsorgarlógini fram fyri seg, men í skrivandi stund verður arbeitt útfrá at gera eina umfatandi nýggja forsorgarlóg.