Eitt fullfíggjað róðrarfelag

Í gjár var sermerktur dagur hjá kappróðrarfelagnum Knørri í Havn. Tey sjósettu eitt nýtt fimmmannafar og eitt nýtt 10 mannafar, so nú hava tey eitt fullfíggjað kappróðrarfelag. Fimm-mannafarði eitur Tambar, meðan Ormurin Lagni er navnið á nýggja tíggjumannafarinum. Magnus Gaard í Knørri sigur, at hetta er ein sermerktur dagur hjá felagnum, tí nú kann felagið lata seg umboða í øllum bátastøddum í kappróðrinum. - Nú kunnu vit lutaka í øllum bátastøddum sum eitt fullfíggja kappróðrarfelag.