Mammur í Klaksvík sum sum ikki eru til arbeiðis mikumorgnar hava møguleika til at savnast í samkomuhúsinum Betesda í Klaksvík til ein sokallaðan mammubólk.
Á borðinum er morgunmatur, frukt, kaffi, te og saft. Mammur og børn sita á gólvinum og við borðini og spæla spøl, práta og syngja. Til tíðir fáa tey eisini vitjan uttanífra, sum til dømis frá tannlæknanum ella onkrum barnagarði.
Tað er Nanna Lukama úr Klaksvík sum stendur aftanfyri tiltakið. Mammubólkurin í Betesda byrjaði upprunaliga fyri 6 árum síðani, tá Nanna var heima við lítla soninum. Hon hevði roynt slíkar mammubólkar tíðina hon búði í Englandi og helt at tørvur var á hesum sama í Klaksvík. Tá datt tiltakið tó niðurfyri aftur tá Nanna Lukama flutti av landinum. Nú hevur hon aftur verið heima í eina tíð í barnsburðarfarloyvi og fekk so tiltakið upp á beinini aftur. Mammubólkurin er fyri øll og ikki bert fólk í samkomuni, ella bara mammur. Ommur, pápar og onnur eru eisni vælkomin við børnum, sigur hon.
- Endamálið er at mammur og børn skulu kenna seg vælkomin og venja seg við húsið. Her verður áhugi vístur øllum tí mammurnar stríðast og fáast við dagliga, sigur Nanna Lukama.
Nanna Lukama greiðir frá at tey royna at fáa "ommur", ella konur við eldri børnum, at hjálpa til, soleiðis at mammubólkurin ikki dettur niðurfyri aftur tá mammurnar fara út á arbeiðsmarknaðin. Ommunar standa fyri morgunmatinum og spæla eisini við børnini, so mammurnar fáa frírúm eina løtu.
Brynhild Viðbjørg er mamma at trimum børnum sum øll dáma væl at koma í Betesda mikumorgnar. Síðsta týsdag tá tey vóru í Havn sigur 5 ára gamli sonur henna Áron við mammu sína, at í morgin er mikudagur, so tá mugu vit fara norð, sigur hon smílandi.
-Her er samvera, vinir og tað er gott hjá børnum at koma út. Hetta er eitt gott tilboð tá tað ikki er nógv annað at fara til í vikuni, sigur Brynhild Viðbjørg.