Eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni

Leygarmorgunin vistu løgreglan at siga, at tveir mans vóru skuldsettir fyri harðskap, og tveir vórðu skuldsettir fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

 

Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið, og her hevur einki verið at sett fingurin á. 

- Ein yvirkoyrdur seyður er alt, sum er skrásett av týdningi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun. 

 

Sunnumorgunin visti vaktleiðarin at siga, at tveir mans eru skuldsettir fyri harðskap um vikuskiftið, og í báðum málunum hevur løgreglan gjørt avhoyringar.

 

Um vikuskiftið fingu tveir mans eisini bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, sum áður hevur verið kallað politiviðtøkurnar. 

Annar maðurin fekk 1.500 krónur í bót – og hin 3000 krónur, tí hesin seinni var sambært løgregluni so harðligur í sínari framferð.