Hetta hevur verið eitt stak friðarligt vikuskifti hjá løgregluni. Tað hevur ikki verið nakað nevnivert av fólki í býnum og tey, sum vóru úti, gjørdu ikki nógv um seg.
Í nátt var løgreglan á gátt á teimum ymsu skeinkistøðunum kring landi og í Eysturoynni og í Norðoyggjum vóru ímillum 20 og 40 fólk inni á hvørjum staði. Á skeinkistøðunum í Havn var lítið meir, tí har vóru ímillum 40 og 100 fólk inni á hvørjum staði.
Á tí eina skeinkistaðnum var musikkurin og hart frá, at grannarnir ringdu til løgregluna at gremja seg um, at teir fingu ikki náttarfrið. Tí fingu tey boð um at dempa og at lata vindeyguni aftur.
Ein bilførari fekk bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra á einum skákteigi á vegnum og ein bilførari er skuldsettur fyri at koyra við kenning. Men ein maður var so fullur, at hann ikki klárar seg sjálvan, so hann varð koyrdur til húsar.











