Eitt framúr gott skattaár hjá Fuglafjarðar kommunu

Kommunan fekk nærum 10 milliónir meira í skatti enn vænta.

Tá Fuglafjarðar býráð í 2014 skuldi meta um, hvussu nógvar inntøkur býráðið fór at fáa frá partafelagsskatti, metti kommunan, at talan fór at vera um 7 milliónir krónur. Tá avtornaði vórðu inntøkurnar frá partafelagsskatti 15.302.772 krónur, ið er umleið 8,1 milliónir meira enn mett.


Harumframt fekk kommunan eisini munandi meira inn í persónsskatti enn áður. Inntøkurnar frá persónsskatti vóru 52.449.524 krónur, ið er 1.741.193,50 krónur ella 4 prosent meira enn tað, ið kommunan metti at inntøkurnar fóru at vera.


Sostatt hevur kommunan fingið tilsamans kr. 9.843.965,50 meira inn í A+B skatti og felagsskatti ella tilsamans kr. 67.752.296,00, sum svarar til 17 prosent.