Tað er so nógv vitan, og vitanarrásir at fara eftir. Hetta staðfestir leiðarin fyri bókasavninum við skúlan við Løkin í Runavík, Svend Højgaard.
Svend Højgaard hevur eina framtíðarætlan fyri bókasavninum við Løkin, har bókasavnið ikki bara er eitt lagur við bókum, men eisini gerst eitt stað, sum er ein vitanarmiðdepil, har nútíðartøkni er tøk til at heinta hesa vitanina. Svend Højgaard sær eisini fyri sær eitt framtíðar bókasavn, har bæði lesandi, mentafólk og vinnulívsfólk savnast fyri at skifta orð, og at savna sær vitan.
Fríggjamorgun varð Svend Højgaard gestur í serligu mentanarviku-sendingini, sum Rás2 sendi úr Runavík.
Tað ber til at hoyra Svend Højgaard greiða frá sínum framtíðarætlanum í ljóðbrotinum undir greinini. (Mynd: runavik.fo)









