##med2##
28. apríl vann Skála 2-0 á HB á ovara vølli í Gundadali í Havn, og tá sá út til, at Skála fór at bjóða topp 5 liðunum upp til dans, men síðani tá er nógv broytt. Skála hevur tapt sjey dystir á rað, og HB hevur spakuliga og miðvíst arbeitt seg uppaftur, og tað sást serliga í fyrra hálvleiki á Skála í dag, tá Símun Samuelsen, Adrian Justinussen og Dan í Soylu fyrstu 40 minuttirnar av dystinum tryggjaðu HB sigurin á Skála.
Hjálparvenjarin hjá HB, Rasmus Nolsøe staðfestir eisini eitt framúr gott avrik, serliga í fyrra hálvleiki. Hann undirstrikar tó, at liðið fór eftir at byggja uppá 3-0 leiðsluna í seinna hálvleiki. HB er nú bara fimm stig frá oddinum, men Rasmus sigur, at teir hyggja inneftir og hyggja ikki eftir stigatalvuni.
Høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein ásannar, at tað var galin endi hjá Skála tíðliga í dystinum, tó iðrar hann seg um, at Skála ikki tók av teimum báðum stóru málmøguleikunum liðið hevði millum fyrra og annað málið hjá HB. Nú hevur tað týdning hjá Skála at enda væl við einum góðum avriki móti EB/Streymi á Eiði komandi fríggjakvøld áðrenn farið verður í summarfrí.











