Á Eiði hava tey reist eitt serstakt tiltak á føtur, har bjóðað er til ein hugnaligan og frískligan gongutúr jólaaftan klokkan 13.30. Tiltakið verður skipað soleiðis, at øll byrja við húsið í Hólmanum.
Gingið verður niðan móti Eiðisskarði í 20 minuttir, áðrenn vent verður oman aftur móti bygdini og endað verður aftur við Hólmahúsið.
Eftir gongutúrin bjóðar Eiðis kommuna kaffi, og lutakast verður millum luttakararnar um eitt gávukort frá Eiðis kommunu og handlinum Inn á Eiði á 500 krónur at keypa fyri í handlinum.
Av Eiði verður sagt, at tilmelding fer fram á staðnum beint fyri klokkan 13.30 jólaaftan, og luttøkan er sjálvandi uttan nakran kostnað.
- Vónandi síggjast vit til eitt frískligt og hugnaligt tiltak á Eiði jólaaftansdag, áðrenn jólafriðurin veruliga hevur lagt seg og jólatræ, jólamatur og jólagávur verða á skránni, verður lagt aftrat.