Eitt forloysandi mál hjá EB/Streymi í evstu løtu

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham seta orð á 2-2 javnleikin ímóti Víkingi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham. Heðin sá sínar menn javna til 2-2 ímóti Víkingi í teimum doyggjandi sekundunum í dystinum í Hólmanum á Eiði.

 

Heðin Askham viðgongur eisini, at tað var ógvuliga forloysandi at síggja bóltin fara í netmaskarnar, tá Marni Djurhuus javnaði til 2-2. Talan var um eitt týdningarmikið stig, ið merkir, at EB/Streymur er átta stig frá niðurflytingarstrikuni.

 

Heðin Askham er leikliga betri foreintur við seinna hálvleik enn fyrra hálvleik. Hann heldur, at burtursæð frá brotssparklnum hevði EB/Streymur ikki nakran annan málmøguleika í fyrra hálvleiki.

 

Komandi umførini spælir EB/Streymur ímóti topp 5 liðum, og tí má liðið verða upp til sítt besta um stig skulu koma til høldar, slær Heðin Askham fast. 

 

Samrøðan FM1 gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Víkingi hoyrist HER