Eitt fólk flutt á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp

Eitt fólk kom illa fyri tá ið ein bilur fór á rull í morgun

Í morgun varð eitt fólk flutt á landssjúkrahúsið við skaða eftir eitt ferðsluóhapp. Óhappið hendi, tá ið ein bilur fór á rull eftir vegnum. Tað endaði við, at hann fór út av vegnum og legðist á takið.

 

Men tað vildi so illa til, at eitt fólk kom at liggja partvís undir bilinum – Løgreglan sigur, at beinini komu at liggja føst undir bilinum, so sløkkiliðið mátti á staðið at fáa fólkið leyst aftur. Persónurin varð fluttur á Landsssjúkrahúsið til viðgerar.

 

Løgreglan roynir nú at fáa greiði á, hví óhappið hendi. Tey vita heldur ikki beint nú um førarin var í bilinum, tá ið hann fór á rull, ella um førarin hevði gloymt hondbremsuna.

 

Fyri at kanna um bilurin hevði tekniskt brek, er hann nú sendur á Aktstovuna til kanningar.