Eitt føroyskt merki

Beinta Poulsen leggur stóran dent á, at Soul Made er eitt føroyskt merki.

Klæðini hjá Soul Made eru sonevnd pret-a-porter klæði, tað vil siga, at hetta eru klæði, ið eru klár at fara í, meiri gerandisklæði enn veitsluklæði.

- Stílurin er klassiskur og femininur, men kortini við einum ráum dámi. Mær dámar væl at nýta spennandi og annarleiðis detaljur, sigur Beinta Poulsen. Klæðini hjá Soul Made er eisini vorðin kend fyri sín góða passform og góðu dygd.

 

- Eg geri nógv burtur úr at marknaðarføra Soul Made sum eitt føroyskt merki, sigur Beinta Poulsen, og tað riggar væl. Fólk gerast forvitin og spent at sígga, hvat vit hava at bjóða. Tað norðurlendska er væl umtókt, og Føroyar eru sera forvitnisligar í so máta, sigur hon.

 

- Hóast tað ikki er ein stórur partur av okkara úrvali, so fáa vit nógv uppmerksemi fyri okkara bundnu klæði. Tað passar eisini væl til samleikan hjá Soul Made, sum eitt føroyskt merki. Hetta legði eg eisini dent á í framsýningini á Eiffel-torninum. Eg ynskti at alt skuldi vera føroyskt, og valdi tí eisini at nýta føroyska tónleik, sum eg fekk Helga, ella Dan Helga í Gong, at gera fyri meg. Tað riggaði sera væl og eg haldi, at tónleikurin passaði sera væl til klæðini, sum vóru víst fram.

 

Soul Made ger klæði til tvær sesongir um árið, men til hvørja sesong eru trý einstøk úrval. Til hvørt tílíkt úrval skal Beinta gera eini 30 til 40 ymisk pløgg.

- Eg fái íblástur alt árið, men upp móti evstu markunum, áðrenn úrvalið skal út til keypararnar, er sera nógv at gera. Tá seti eg tíð av, til einans at miðsavna meg um sniðgevingina. Restina av árinum má eg eisini vera stjóri í fyritøkuni, so eg fáist minni við sniðgeving nú, enn eg havi fyrr. Tað krevur, at eg finni eina balansu, millum at vera stjóri og sniðgevi. Tað broytist eitt sindur, hvussu stóran dent eg leggi á tað ymiska gjøgnum árið, men fyribils gongur tað gott, sigur Beinta Poulsen.

 

- Íblásturin finni eg á ferðum runt um í heiminum og heima í Føroyum, so sum í føroysku náttúruni ella í bindimynstrum.

 

Fyri eini tveimum árum síðani flutti Beinta Poulsen fyritøkuna til Føroya og opnaði ein handil í Havnini.

- Handilin gongur væl, men tað er ein avbjóðing at koyra fyritøkuna úr Føroyum, sigur Beinta Poulsen. Serliga er tað avbjóðandi, tá klæðini skulu gerast.

 

- Eg fái eini tríggjar royndir av hvørjum plaggi eg geri, so tað er nógvur flutningur, men tollur og frakt seinka arbeiði nokk so nógv, sigur Beinta. Harumframt hevði verið munandi lætttari at tikið lut á sølustevnum, ráðstevnum og øðrum størri og smærri fundum, um man hevði høvuðssæti á meginlandinum. Fyrimunurin í Føroyum er so, at ein fær stuðul úr ymiskum grunnum, so sum Vinnuframa, ið var avgerandi fyri okkara luttøku í París fríggjadagin, sigur Beinta Poulsen, kvinnan handan Soul Made.

 

Les meiri í meldrinum í blaðnum mikudagin.