Øll trý føroyingaliðini í bestu norsku hondbóltsdeildini hjá monnum vóru í leiki í dag.
Tað eydnaðist Kjartani Johansen (myndin) og liðfeløgunum í Bækkelaget at vinna 36-30 á Sandnes á útivølli. Bækkelaget legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru Kjartan og liðfelagarnir á odda 19-12.
Bækkelaget er fjórðaftast í deildini við 13 stigum. Megnar Bækkelaget at halda seg á fjórðaftasta plássinum aftaná lokið grundspæl, so sleppa teir undan at spæla dystir um niðurflyting.
Kjartan skoraði tvey mál og legði upp til seks mál.
Í Aquarama-høllini í Kristiansand tóku Helgi H. Hoydal, Bjarni í Selvindi, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand móti greiða oddaliðnum og Champions League luttakarunum, Kolstad.
Kolstad vann ein greiðan 42-31 sigur. Í steðginum var Kolstad á odda 21-11, so avrikið í seinna hálvleiki var góðkent hjá Kristiansand.
Helgi var toppskjútti hjá Kristiansand við seks málum, og var valdur at vera besti leikarin. Harumframt legði Helgi upp til tvey mál.
Bjarni gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Kristiansand við fimm málum. Bjarni legði eisini upp til fimm mál hjá Kristiansand.
Tróndur skoraði trý mál og legði upp til eitt mál hjá Kristiansand.
Kristiansand er næstaftast í deildini við sjey stigum.
Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í Viking TIF taptu tepurt á heimavølli 28-29 í grannauppgerðini móti Bergen. Rasmus Carlsen skoraði sigursmálið hjá Bergen upp á brotskast í allarseinastu løtu. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Kappingarneytin hjá Nicholas, Christian Morillo Lyngbø vardi málið hjá Viking TIF størsta partin av dystinum, og hann bjargaði 15 av 41 málroyndum. Nicholas bjargaði trimum av seks málroyndum.
Viking TIF er aftast í deildini við fimm stigum.
Leygardagin 2. mars spælir Bækkelaget á útivølli móti Fjellhammer.
Sunnudagin 3. mars verður føroyingauppgerð og botnuppgerð. Tá tekur Viking TIF móti Kristiansand á heimavølli.
Komandi leygardag klokkan 16 skal Kristiansand spæla hálvfinalu í norsku steypakappingini móti toppliðnum, Elverum.