- Eg hevði ikki væntað, at tað skuldi eydnast at fáa eina semju um makrelin. Tað segði Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskipum á makrelfundinum, Huxa skipaði í fyri í kvøld.
- Eg havði heldur ikki væntað, at skuldi eydnast at fáa lív aftur í gomlu fiskiveiðiavtalurinar ímillum Føroyar og ES, sum duttu niðurfyri í 2010, leggur hann afturat,
Men serliga kom tað óvart á, at tað skuldu eydnast at semjast um, at føroyingar fáa loyvi at fiska 70% av makrelkvotuni hjá ES og Noregi.
Jógvan Jespersen sigur, at uppsjóvarfiskurin hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.
Í 2009 útfluttu vit makrel og sild fyri 375, men í 2013 var útflutningurin góðar 1,2 milliardir.
- Tá eru enntá hampuliga stóran nøgdir farnar til ídnað og tær eru ikki við í hesi uppgerðini.
Stjórin í felagnum Nótaskipum heldur eisini, at ES boykottið ímóti Føroyum hevur rakt ES sum eina boomerang, tí tað fekk Føroyar at byggja virki á landi umframt framleiðsluskip.
At vit sleppa at fiska 70 prosent av okkara kvotu hjá ES og Noregi, merkir at vit kunnu fiska 70 prosent av kvotuni seint á sumri og tíðliga á heysti, tá ið makrelurin er bestur og feitastur.
Stjórin í Nótaskipum vísir á, at seint á sumri og á heysti, tá ið makrelurin er bestur, hevur prísurin verið einar átta krónur fyri kilo, sum er tvær ferðir so nógv, vit fáa fyri makrelin, tá ið vit hava fiskað hann undir Føroyum fyrr um árið.
- Tað merkir, at hvørt kilo, vit ikki fiska hjá okkum tíðliga um árið, er tvær ferðir so nógv vert, tá ið vit fiska tað seinni á árinum, sigur Jógvan Jespersen.
|