Eitt fjall av húsarhaldsruski

Tíðliga seinnapartin í dag misti ein av bilinum, sum heinta húsarhaldsrusk á Argjum, alt ruskið á vegin millum Kappróðrarneystið og PE-handilin á Argjum.

Eitt hvørt hendi við bilinum, so ruskið fór úr lastini og út á vegin, har tað lá sum eitt fjall. Ein lastbilur við grabba var skjótur á staðið og byrjaði at taka húsarhaldsruskið upp aftur.

Birgir W. Høgnesen var á staðnum við myndatólinum og tók nakrar myndir, sum vit leggja út saman við hesum greinastubba.