Fótbóltur
Hóast tað ikki var endaliga avgerðin í meistaraskapsdystinum í fjør, so var talan um óhugnaliga týdningarmiklan sigur, tá NSÍ tann 16. September vann 1-0 móti EB/Streymi á vøllinum við Margáir.
Málið ta ferðina kom heilt seint í dystinum, og talan var eisini um eitt av teimum málinum, sum nógv varð tosað og skeldast um.
Sunnudagin gjørdist EB/Streymur ikki meistari. Men málið, sum Høgni Zachariassen skoraði eftir 94 minutttum í dystinum við Løkin var eitt av teimum heilt týdningarmiklu. Og óhepni leikluturin hjá Tórða Thomsen í NSÍ-málinum júst hesa løtuna verður uttan iva eisini hangandi eftir í minninum hjá áskoðarunum.
Móti himmiríki
Men undan hesum høvdu áskoðararnir verið vitni til ein dyst, har liðini veruliga prógvaðu, at tey eiga at roknast millum absolutt bestu liðini í landinum.
Fjøldin, sum var komin at stuðla, stóð ikki petti aftan fyri hana, sum fyri einum ári síðani bar NSÍ seinasta pettið móti gullinum, og væl stuðlaðir av hesum royndi EB/Streymur alt fyri eitt at taka stóra fetið fram móti gullinum. Tí karmarnir kundu væl neyvan finnast betri, nú talan var um dyst móti verandi meistarunum.
Men tað var nú eisini skjótt, at NSÍ svaraði aftur. Við einum varnum útgangsstøði, har umstillingarspælið tó gekk við fúkandi ferð, soleiðis at tríggir av miðvallarunum gjørdust tríkvart áleyparar, eydnaðist tað fleiri ferðir at spæla seg upp í borðunum. Og einar tríggjar ferðir var eisini heilt nær við. Men tvær ferðir fantom-bjargaði René Tórgarð royndum frá Karoly Potemkin, og eina ferð skeyt ungverjin uppum í góðari støðu.
Og beint fyri steðgin eydnaðist so EB/Streymi at leggja seg á odda. Júst innskifti Høgni Zachariassen var hægstur upp til hornaspark, og so kundu teir á oddaliðnum fara til hálvleikskaffi vitandi um, at meistaraheitið “bara” skuldi koyrast heim í trý korter afturat.
Potemkin í essinum
Um tað var vitanin um hetta, sum tyngdi spælararnar, er ilt at vita. Men í øllum førum var EB/Streymur meira enn bara vanliga trilvandi, tá seinni hálvleikur byrjaði.
Og tað dugdu runavíkingar og serliga Karoly Potemkin at gera sær dælt av. Potemkin varð ikki mettur sum nóg góður til hópin hjá EB/Streymi, og eins og hann gjørdi tað í steypafinaluni – tá spældi hann við B36 móti EB/Streymi – so nýtti hann dagin til at senda eina áminning til felagsliðið.
Fyrst varð Potemkin sendir avstað av Boga Løkin, áðrenn hann javnaði leiðsluna hjá NSÍ, og fagnaðurin var ovurstórur, tá hann lítla løtu seinni stóð á rætta staðnum í bankaði bóltin í meskarnar til heimaleiðslu. Og so var áminningin í fagnaðinum ikki til at fara skeivur av.
Trý skot til bjørnina
Við leiðsluni var EB/Streymur nú aftur tvey stig frá meistaraheitinum, og tað vóru framvegis trý onnur lið, sum í teoriini høvdu møguleika at koma fram um í gullstríðnum.
Og tað bendi eisini alt tann vegin. Seinastu løtuna royndu gestirnir at flyta nógv fólk fram, og hópin av innleggum spurdust eisini burturúr. Men fram til fýra av teimum fimm minuttunum, sum dómarin hevði lagt afturat, vóru farnir, var hetta úrslitaleyst.
Men so var tað, at EB/Streyma-fjøldin varð lyft uppfrá. Støðan var annars ikki serliga nógv meira vandamikil, enn hon var fleiri aðrar ferðir í dystinum. Høgni Zachariassen, sum júst hevði sæð Tórð Thomsen stórbjargað roynd út til hornaspark, lyfti inn í fimm-meturin, og onkursvegna fór bólturin millum hendurnar á NSÍ-málverjanum, ið mest sum vantrúgvin kundi hyggja at, meðan kúlan hoppaði inn í meskarnar.
Málið gjørdi ikki EB/Streym til meistarar. Men fagnaðurin var ovurstórur. Einsamalla stigið ber við sær, at NSÍ nú er definitivt úti av FM-dystinum í 2008, og hjá EB/Streymi restar nú bara eitt stig í. Tað kann vera, at gummibeinini framvegis gera um seg, men við trimum skotum eftir í byrsuni skal vilja mest sum ófatuliga illa til, um bjørnin ikki verður skotin hesaferð!