Veturin stundar til, og nú eru teir fyrstu dagarnar við hálku. Í gjáramorgunin fór ein bilur út av í hálku og løgreglan sigur, at aftur í morgun er ein bilur farin út av. Løgreglan sigur, at hann skuldi um eitt sving, tá ið bilførarin misti tamarhaldið á bilinum og hann fór útav. Løgreglan sigur, at bilurin fekk nakað av skaða, men at eingin fólkaskaði var.
Løgreglan sigur, at tað er hált fleiri staðni í morgun og tí heita tey á bilførarar um at koyra varliga.