Eitt fantastiskt liðavrik tryggjaði KÍ sigurin

(Rás2) Hoyr sigursmálskjúttan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð seta orð á góða 1-0 útisigurin á NSÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í kvøld, har prátað var við sigursmálskjúttan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð sum saman við liðfeløgunum vann ein góðan 1-0 útisigur á NSÍ við Løkin í Runavík.

 

Jóannes Bjartalíð heldur, at talan var um eitt framúr gott liðavrik hjá KÍ, sum hann lýsir sum eitt lið sum arbeiðir gróthart.

 

Jóannes Bjartalíð heldur tað verða eitt vala avrik, at teir fingu hildið NSÍ burtur frá tí mesta, og harvið tryggjað sær ein góðan útisigur ímóti einum øðrum FM-kappingarneyta.

 

KÍ hevur nú vunnið tveir góðar útisigrar ímóti HB og NSÍ, men Jóannes Bjartalíð slær fast, at tað var nakað teir í KÍ trúðu væl og virðiliga fór at lata seg gera.

 

Í samrøðuni greiðir Jóannes Bjartalíð eisini frá sigursmálinum hann skoraði í fyrra hálvleiki. 

 

Samrøðan Rás2 hevði við málverjan hjá NSÍ, Tórður Thomsen hoyrist HER