Tíðin er búgvin at runda oyggjaleikirnar av á hesum sinni. Føroyingar hava aldrin áður vunnið so nógv heiðursmerki á einum oyggjaleikum, sum á oyggjaleikunum í Gotlandi hesaferð.
Føroyar hava vunnið 30 gull, 27 silvur og 30 bronsuheiðursmerki, sum er tað mesta nakrantíð.
Umframt øll heiðursmerkini fingu Føroyar handað eitt Fair Play steyp. Seks oyggjar nomineraðu Føroyar til Fair Play virðislønina fyri at vísa góðan ítróttaranda, og fyri at skapa ein góðan stemning.
Umframt Fair Play steypið fekk ÍSF eisini eina champagnefløsku í "Games street" í miðbýnum í Visby.