Eitt sindur eftir klokkan ellivu í morgun setti Bill Clinton fót á føroyska jørð. Og tað sum fyri fyrrverandi amerikanska forsetan uttan iva kendist sum eitt lítið fet á langari fyrilestrarferð kring heimin, kann gerast eitt risafet inn í framtíðina fyri Føroyar.
Fitt av fólki vóru savnað á flogvøllinum, og Bill Clinton valdi heldur óvæntað at fara úr gráa Volvo bilinum at heilsa upp á fólk, og gav hann sær góðar stundir til at práta við børn, ung og vaksin.
Bill Clinton var í covboybuksum og grágrønari blusu, og avslappaður og í góðum lag prógvaði hann sítt tiltikna fólkatekki. Hann prátaði við bæði høg og lág, og tosaði bæði um sítt samband við Føroyar og um komandi forsetavali, har kona hansara er millum toppkandidatarnar.
Hann segði millum annað, at hann føldi seg í familju við føroyingar, tí írskir munkar vóru fyrstu niðursetufólk í Føroyum, og hann var av írskari ætt. Um Hillary Clinton segði hann, at hann helt USA var til reiðar til ein kvinnuligan forseta.
Sveipaður í marglæti
Á stuttu ferð síni í Føroyum fær amerikanski forsetin best møguligar umstøður. Í Norðurlandahúsinum fær hann eitt rúm fyri seg sjálvan, har hann kann slappa av, áðrenn og aftaná fyrilesturin. Harumframt hevur hann fingið løgmanssuitina á Hotel Føroyum, har blái løbarin er rullaður út.
Bill Clinton heldur fyrilestur fyri á leið 500 áhoyrarum, men bara nøkur útvald fólk sleppa at hitta hann persónliga. 50 framstandi føroyingar fáa høvi hvør í sær at verða avmyndað saman við Clinton. Har í millum vera løgmaður, borgarstjóran í Tórshavn, løgtingsformaðurin, nevndin í arbeiðsgevarafelagnum, stjórin í samvit og stjórin í norðulandahúsinum umframt samstarvsfelagarnir í sambandi við vitjanina.
Fyrilesturin hjá Bill Clinton verður klokkan 15.45 og varðar ein tíma, og aftaná verða spurningar settir honum í ein hálvan tíma. Síðani sigur 42. amerikanski forsetin farvæl og fer beina leið av landinum aftur.










