Verður rætt atborið, er ikki óhugsandi, at eitt føroyskt LO er ein gongd leið.
Tað heldur Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelag.
Hann sigur, at fakfelagsrørslan hevur ferð eftir ferð prógvað, at samanhald er ein styrki.
Í hesum sambandi hevur fakfelagsrørslan forðað fyri, at lønirnar eru lækkaðar, samstundis sum prísirnir eru hækkaðar.
- Grundgevingarnar fyri at lækka lønirnar eru tengdar at einum halli á fíggjarlógini, staðfestir næstformaðurin í Lærarafelagnum.
- Heldur enn at síggja møguleikar og breiðka um inntøkugrundarlag landsins, velja tey ráðandi at knúska arbeiðstakaran, leggur hann afturat.
Hann heldur, at prísvøksturin, ið eigur at vera høvuðsgrundarlagið undir samráðingunum, verður skúgvaður til viks, og politiska hjálparloysið sett inn í staðin.
Fyri at rætta hesa íkomnu støðu er fakfelagsrørslan farin at tosa um skipa øll fakfelgini í eitt sterkt felag, eitt føroyskt LO.
- Men eitt føroyskt LO má hava eina greiða arbeiðsorðing, heldur hann.
- Har má standa greidliga, hvat fyri arbeiðsuppgávur eitt slíkt felag skal hava og ikki minni týðandi, hvørjar uppgávur felagið skal halda seg frá. ?
Jónleif Johannesen ásannar at ein avbjóðing er finna rætta valdsbýti í einum komandi LO.
- Hvussu fáa smáu fakfeløgini hóskandi umboðan og hvussu fáa stóru feløgini demokratiska umboðan spyr hann í Skúlablaðnum.










